AÐRAR TÆNASTUR
Aðrar tænastur
Hetta heitið sipar til, at vit átaka okkum, so at siga allar skipstekniskar tænastur - vit eru ikki bangnir fyri eini nýggjari uppgávu, sum skal dokumenterast.
Ljóðmátingar
Vit gera ljóðmátingar, bæði umborð á skipum og á landi. Vit hava tey mest framkomnu tóluni, sum lúka teir mest krevjandi standardirnir.
Vit eru løggildaðir av Sjóvinnustýrinum til at útinna hetta arbeiðið.
Tjúgdarmátingar
Vit gera tjúgdarmátingar, bæði umborð á skipum og á landi. Vit hava tey mest framkomnu tóluni, sum lúka teir mest krevjandi standardirnir.
Vit eru løggildaðir av Sjóvinnustýrinum til at útinna hetta arbeiðið.
Ballastvatn manualur
Ein frágreiðing, sum greiður frá, hvussu ballastvatn skal viðgerðast.
Miðbandið.
Miðbandið er ein tekning, sum vísir tvørskurðin av skipinum, tvs. hvussu skipið er uppbygt. Miðbandið skal vera dimensionera, so at skipið er nóg sterkt til at mótstanda tær globalu og lokalu kreftirnar, sum skrokkurin kann vera útsettur fyri meðan skipið er í drift. Miðbandið verður eisini nýtt til at rokna lættvektina av skipinum, so at nøgd av stáli kann ásetast og harvið kann eisini ein neyvur kostnaður av at byggja skipið ásetast.
Innflagging
Hjálpa til við neyðugari dokumentatión, tá skip skulu innflaggast.
SOPEP planur
Ein frágreiðing, sum greiður frá, hvussu farast skal fram, tá vandi er fyri oljuleka.