CONVERSIONS & REPAIR PROJECTS
Lættvektsuppgerð
Fyri at staðfesta um tyngdardepilin hjá skipinum hevur flutt seg, so er neyðugt at gera eina lættvektsuppgerð.
Vísir lættvektsuppgerðin, at tyngdardepilin er broyttur meira enn krøvuni loyva, so verður neyðugt at gera eina hallroynd.
Hallroynd
Ein hallroynd verður gjørd fyri at staðfesta, hvar tyngdardepilin hjá skipinum liggur. Ístaðin fyri at gera eina lættvektsuppgerð, mæla vit í flestu førum til at gera eina hallroynd, tí hetta plagar at vera tann bíligara loysnin.
Stabilitetsbók
Eftir at hallroynd er gjørd, so kann vera neyðugt at gera nýggja stabilitetsbók. Stabilitetsbókin er ein vegleiðing til skiparin, og greiðir honum frá, hvussu stabilitetsviðurskiftini hjá skipinum eru, tá siglt verður í teimum ávísu siglikonditiónunum.
Leka stabilitetur
Skip, sum sigla við ferðafólkum, skulu umframt vanligu stabilitetskrøvuni eisini lúka lekastabilitetskrøv. Hetta merkir, at sjálvt um hol kemur á skrokkin, so skal skipið lúka stabilitetsviðurskifti.